Seint seinnapartin í dag fór Christian í Grótinum fyrsta túrin í ár. Annars var rokan í Norðhavnini, har Norðingur legði at av sínum fyrsta túri í ár, og Norðborg riggaði til.
Norðingur var ein túr millum jól og nýggjár og fekk 500 tons av svartkjafti og var nú inni aftur við 600 tonsum, sum eru løgd upp í Fuglafirði.
Norðborg, sum hevur havt motorar sundur, riggar nú til, og vænta teir at verða klárir at fara mikudagin ella hósdagin í hesu vikuni.