Danska felagið AB hevur nú kunngjørt Christian Høgna Jacobsen sum nýggjan spælara í felagnum. AB, sum spælir í næstbestu donsku deildini, hevur sett sær sum mál at spæla aftur í superliguni í 2010, og tað er fyri at røkka hesum máli, at felagið hevur keypt Christian Høgna Jacobsen úr HB.
Ronny Saul, stjóri í AB, sigur við heimasíðuna hjá AB, at felagið er frammanfyri sín málsetning, og nú taka teir næsta stigið og styrkja seg við nýggjum spælarum.
- Eg gleði meg til at byrja í AB. Mær dámar væl felagið og ambitiónirnar hjá felagnum. Tær passa væl til mínar egnu ambitiónir, og tað hevði verið fantastiskt at kunna verið við til at spæla AB uppaftur í superliguna, sigur Christian Høgni Jacobsen við heimasíðuna hjá AB.
Christian Høgni heldur fram í HB til summarsteðgin, tá hann so leggur leiðina til Danmarkar.