Christian Høgni var munurin

Við einum framúr góðum einmans avriki legði Christian Høgni Jacobsen lunnar undir annan sigurin á rað hjá runavíkingum, tá teir vunnu 2-1 á EB/Streymi, við Løkin fríggjakvøldið.

Við sigrinum eru runavíkingar av álvara komnir í gongd, meðan tað gongur strilti hjá skaðarakta felagsliðnum úr Sundalagnum
Ikki kann sigast annað enn at síðsta vika var góð fyri NSÍ. Týskvøldið vunnu teir greiðan sigur á AB, og fríggjakvøldið bastu teir sundalagsmonnum. Við hesum báðum sigrunum í skjáttuni eru runavíkingar við at vakna upp úr vetrardvala, meðan støðan er ein heilt onnur hjá sundalagsmonnum, sum hava tapt tveir teir seinastu dystirnar, og liggja í niðaru helvt av stigatalvuni.
Stóra hetjan hjá runavíkingum fríggjakvøldið gjørdist Christian Høgni, sum skoraði bæði málini hjá NSÍ. Serliga fyrsta málið hjá honum var eitt framúr gott einmans avrik, meðan hann í seinra førinum umsetti eitt brotspark til mál.
Nógvir kjansir
Frá dystarbyrjan sást at bæði liðini vildu mynda dystin. Spælið bylgjaði aftur og fram, uttan at nakað av liðunum hevði tak á móstøðuliðnum. Sundalagsmenn royndu seg við skjótum umstillingum frá verjustøðu til álop, og komu teir til nakrar vandsmiklar kjansir, meðan Runavíkingar høvdu bóltin meira, og royndu at spæla seg ígjøgnum verjuna hjá EB/Streymi.
Eftir eina fyrstu nervarnir høvdu lagt seg byrjan dovnaði spælið seg eitt sindur, og runavíkingar fingu betur tak á dystinum, og tá komu kjansirnir eisini. Klæmint Olsen hevði bestu málroyndina hjá NSÍ, tá hann royndi segvið skoti, sum tó brast í stongina og úr, og tað var um reppið at Christian Høgni setti returin í netið, men sundalagsmenn fingu vart fyri.
Einmans avrik
Gestirnir byrjaðu betri eftir steðgin, og Arnbjørn Hansen var nær við at leggja EB/Streym á odda beint eftir steðgin, men stútarin hjá honum brast í tvørtraðið og úr aftur í spæl.
Tá seinri hálvleikur var sjey minuttir gamal bragdaði hjá NSÍ. Christian Høgni fekk bóltin á egnari hálvu, og legði leiðina beinleiðis móti EB/Streyma málinum, har hann rundaði tveir verjuleikarar og málverja, áðrenn hann setti bóltin í tóma málið. Eitt sera vakurt mál.
Eftir at hava lagt seg á odda, fingu runavíkingar yvirtakið á dystinum, og komu fram til nakrar líkinda kjansir. Leikliga yvirtakið hjá runavíkingum gav úrslit tá seinri hávleikur var hálvliðin. Klæmint Olsen varð feldur í brotsteiginum, og dómarin bríkslaði fyri brotsparki, sum Christian Høgni setti trygt í netið til 2-0 til NSÍ.
Hóast EB/Streymur fekk minkað um munin, tá tað restaði umleið eitt korter av dystinum, so kláraðu gestirnir ikki at fáa útjavnandi málið, og tískil vann NSÍ dystin 2-1.
Saman um tikið var talan um ein javnan og vælleiktan dyst, har bæði liðini komu fram til fleiri kjansir, men NSÍ hevði marginalarnar, og so sjávandi eisini Christian Høgni Jacobsen.