Liðið hjá Christian Høgna Jacobsen vann ein góðan 3-1 sigur á superligaliðnum OB ígjár í einum venjingardysti.
Mark Tubæk legði OB á odda eftir 26 minuttirs spæl, men 10 minuttir seinni javnaði Simon Bræmer til 1-1. Tá 7 minuttir vóru spældir av 2. hálvleiki legði Poul Hübertz AB á odda 2-1. Føroyski landsliðsspælarin, Christian Høgni Jacobsen varð skiftur inn í 2. hálvleiki, og staðfesti hann sigurin hjá AB 8 minuttir áðrenn leiklok. Oliver Lund fór framvið fleiri OB-spælarum, áðrenn hann sendi eina góða sending inn til Christian Høgna Jacobsen, sum hegnisliga skeyt bóltin í stongina og inn.
Málini hjá Simon Bræmer og Poul Hübertz vóru eisini sannar perlur, og er lagið gott í AB-leguni, aftaná sigurin á superligaliðnum úr Odense. AB liggur ikki á løtu síðuni, nú teir fyrireika seg til at taka kappingina upp aftur í næstbestu deildini. Týskvøldið kl. 18 spælir AB venjingardyst á útivølli ímóti 2. deildarliðnum, Vanløse.