SUPERLIGA
Christian Høgni Jacobsen hevur slept møguleikanum, sum hann hevði í Esbjerg. Hann hevur valt at royna eydnuna í Vejle, og leygardagin gjørdi hann fyrstu ferð um seg. Vejle spældi venjingardyst ímóti B1909 úr Odense, sum spælir í næstbestu deildini. Úrslitið var 4?2 til Vejle. Superligu liðið var á odda 2?0, men B1909 javnaði. Síðsta hálva tíman setti Vejle ferðina upp, og tá skoraðu teir tvær ferðir.
Málini hjá Vejle skoraðu Ulrik Balling, Jerry Brown, Anders Nordstrøm og Christian Høgni Jacobsen.
Nýggjan málverja
Um vikuskiftið hoyrdist, at Vejle hevur fingið nýggjan málverja. Talan er um Jesper Christiansen, sum er leigaður úr Glasgow Rangers og til felagið í Nørre skóginum.
Fyri hálvum øðrum ári síðani var Jesper Christiansen stóra stjørnuskotið millum donsku málverjarnar. Hann loysti Lars Høgh av í OB málinum. Har stóð hann í fjúrtan dystum, áðrenn hann varð seldur til Rangers. At skotarnir fingu eyga á málverjan mundi ikki minst komast av, at Morten Olsen gav honum landsliðsboð. Tað gjørdi hann, tá danska landsliðið 16. august í 2000 spældi í Føroyum. Ta ferðina var Jesper Christiansen eykamaður hjá Peter Schmeichel.
Síðani hevur tað gingið striltið hjá evnaríka málverjanum. Hann hevur vart málið hjá besta Rangers liðnum seks ferðir, og nú heldur hann vánirnar vera so mikið vánaligar í Skotlandi, at hann vil sleppa burtur. Dreymurin um at sleppa við til HM í summar er ikki burtur. Men um hann skal gerast veruleiki, so er neyðugt hjá Jesper Christiansen at spæla 1. liðs fótbólt. Tí hava hann og Vejle funnið saman.
Christian Høgni Jacobsen sleppur ikki til HM. Í vetur hevur tað ikki verið frítt fyri turbolens í Vejle. Fleiri spælarar hava ynskt at sleppa til onnur feløg. At Christian Høgni hevur skift frá Esbjerg man partvís vera tí, at hann heldur møguleikarnar fyri at sleppa framat vera betri í Vejle, enn teir eru í Esbjerg. Og partvís tí hann ikki hevur verið nøgdur við sáttmálatilboðið, sum Esbjerg gav honum.
Um tað verður stutt millum málini í venjingardystunum, so eru tað kanska møguleikar fyri, at nýggi Vejle venjarin fer at mæla til, at felagið bjóðar føroyska álopsmannin ein sáttmála.