Christian Høgni skal hava nýggjan venjara

Leiðslan í Vejle hevur givið Frank Petersen sekkin, og teir eru ikki mjúkur við nú fyrrverandi venjaran

ÚTISETAFELAG

Christian Høgni Jacobsen hevur síðani eina ferð síðsta heyst verið fastur maður á besta liðnum í Vejle. Venjarin, Frank Petersen, hevur aftur og aftur givið til kennar, at hann hevur hildið nógv av føroyska spælaranum.
Hvussu tað verður við fasta sessinum hjá Christian Høgna í framtíðini skal ein annar persónur enn Frank Petersen gera av. Í fyrradagin gav leiðslan í Vejle venjaranum sekkin. Vejle er á 8. plássinum í næstbestu deildini. Í tveimum teimum fyrstu dystunum eftir vetrarsteðgin hava teir tapt. 3?0 á heimavølli ímóti Frem og 2?1 á útivølli ímóti HIK.
Men leiðslan í Vejle undirstrikar, at tað er ikki orsaka av hesum tapunum og 8. plássinum, at teir hava givið venjaranum sekkin. Teir eru opinskáraðir, og nú fyrrverandi venjarin fær av at vita:
? Ráðaloysi og ørkymlan hevur eyðkent arbeiðið hjá venjaranum, sum vit avgjørt ikki meta at vera nóg dugnaligan at vera undangongumann hjá nógvu ungu og evnaríku fótbóltsspælarunum, sum eru í felagnum.
Hetta er kontanta skoðsmálið hjá nevndini. Venjarin, Frank Petersen, hevur ikki so nógvar viðmerkingar:
? At teir skriva soleiðis í tíðindaskrivinum sigur nógv um teir, sum standa aftanfyri hasi orðini, er tað einasta, sum venjarin vil siga við fjølmiðlarnar.
Vejle hevur ikki enn gjørt av, hvør nú skal standa á odda fyri besta liðnum. Í gjár skuldu teir havt spælt venjingardyst ímóti superliguliðnum hjá AGF, men hesin dysturin varð avlýstur, tá ið tað hósdagin var greitt, at venjarin hevði fingið sekkin. Orsaka av landsdystinum hjá Danmark í Rumenia í dag er næsta umfarið í donsku landskappingini ikki á skránni fyrrenn næsta vikuskifti.