Christian Høgni í NSÍ

Tað hevur verið greitt síðani í vár, at Christian Høgni Jacobsen helst ikki fór at halda fram við fótbóltinum í Danmark. Fyrst og fremst komst hetta av, at hann í vár varð illa skaddur í knænum, og tí ikki hevði møguleika at sannføra onnur feløg enn Vejle, at hann var ein maður, sum var verdur at satsa uppá í framtíðini.
Tað er eingin loyna, at fleiri føroysk feløg hava ligið framvið eftir at fáa undirskriftina hjá landsliðsleikaranum, og leingi tóktist tað mest sum greitt, at nýggja felag hansara fór at verða B36.
Nú er hetta tó broytt. NSÍ kunngjørdi týsdagin, at teir hava skrivað tvey-ára sáttmála við leikaran. Einki er at ivast í, at hetta er nakað, sum runavíkingar fegnast um. Júst málskjótingin var helst veikasta punktið á liðnum í júst lidna kappingarárinum, men útlit skuldu verið til at betra tann partin, nú landsliðsáleyparin er komin aftur til felagið.