Christian Høgni liðugur í superliguni

Vejla sat hóskvøldið eftir við svarta peri, og nú verður roknað við, at fleiri av liðfeløgunum hjá Christiani Høgna Jacobsen fara at skifta felag

SUPERLIGAN

Hóskvøldið gjørdist tað greitt, at felagið hjá Christian Høgna Jacobsen, Vejle, komandi kappingarár ikki fer at taka lut í superliguni. Í tveimum teimum seinastu minuttunum skoraði Vejle tvey mál í heimadystinum ímóti Esbjerg. Harvið tryggjaði Vejle sær trý stig, men tey vóru ikki nóg mikið. Eftir at teir í hesum umfarinum hava verið eitt ár í bestu deildini, noyddist Vejle tungu leiðina niður aftur í 1. deild.
Um teir fara at megna at flyta upp aftur komandi ár, ber sjálvandi ikki til at siga nakað um. Men tað er greitt, at fleiri av spælarunum, sum hava verið millum lyklaspælararnar í ár, ikki verða á Vejle liðnum komandi ár. Málskjúttin til 1?0 hóskvøldið, brasilski Baré, er á veg til Italia, og málskjúttin til 2?0, Alex Nørlund, sigst vera á veg til OB í superliguni.
Chrisitan Høgni Jacobsen var ikki millum teir fyrstu ellivu hóskvøldið. Hann er sáttmálabundin at Vejle. Kanska fara møguleikarnir hjá honum at økjast fyri at sleppa upp í part á besta liðnum, nú fleiri av eyðsýndu liðfeløgunum ætla sær at skifta felag.
Esbjerg var í heyst millum mest støðugu feløgini. Í vár hevur úrtøkan verið vánalig.

Rómur í Århus
AGF hevur leingi stríðst við Vejle fyri at sleppa undan niðurflytingini. Hóskvøldið vann AGF 4?0 á heimavølli ímóti Silkeborg. Harvið staðfestu århusianararnir frammanfyri 15.742 sera væl hýrdum áskoðarum, at teir ætla sær ikki at flyta niður.
Silkeborg bjargaði sær í 32. umfarinum undan niðurflytingini. Teir tóktust sinniliga at vera farnir í summarfrí undan dystinum í Århus. Silkeborg venjarin, Morten Bruun, var so mikið argur inn á sínar spælarar, at hann bað Vejle orsaka,at Silkeborg ikki gjørdi størri mótstøðu ímóti AGF.
AB fekk seks stig hósdagin. Fyrst fingu teir stigini aftur, sum teir taptu á skriviborðinum ímóti Vejle. Upprunaliga vann AB 4?0. So mistu teir stigini til Vejle, tí AB hevði havt ov nógvar útlendingar á vøllinum. Avgerðin varð kærd, og hósdagin varð boðað frá, at AB skuldi fáa stigini aftur. Pólverjin, sum var millum teir fýra útlendingarnar (tað var ein omanfyri hámarkstalið), átti í hesum førinum at roknast millum ES borgararnar.
Hóskvøldið vann AB 4?3 á heimavølli ímóti OB, sum hevur verið við í kappingini um bronsumerkini.
FCMidtjylland vann bronsu og harvið rættin at taka lut í UEFA Cup. Teir vunnu fyri sjeyndu ferð á rað. Hesa ferð var úrslitið 3?1 á heimavølli ímóti Viborg.