Stórtíðindi eru at frætta frá runavíkinginum Christian Høgna Jacobsen, sum hevur royndarvant við Velja seinastu tíðina. Hann skrivaði mikudagin undir ein sáttmála við superligafelagið Vejle.
Eftir at hava vant og spælt við Esbjerg, ið er grannafelag hjá Velje, í eitt hálvt ár, hevur ungi áleyparin gjørt sáttmála við Vejla. Sáttmálaskeiðið erí tvey og eitt hálvt ár. Hetta er ein fulltíðar sáttmáli, sum gevur Christiani Høgna møguleikan at halga seg fótbóltinum burturav.
Líkt er til at Christian Høgni verður fastur áleypari í Vejle. Frammanundan eru fimm áleyparar í hópinum, men hesir hava bara skotið seks mál tilsamans sínámillum í hesum kappingarárinum. Hetta gevur føroyinginum møguleika at fáa spælitíð.
Tað var fyrst Keld Bordinggaard, ið sýndi fyrrverandi NSÍ-aranum áhuga, tá hann var í Esbjerg. Nú skal Keld vera hjálparvenjari á danska landsliðnum, og tí hevur hjálparvenjarin Frank Petersen tikið yvir í Vejle.
Vejle hevði fylgt Christiani Høgna eina tíð, men vildi ikki fara eftir honum, meðan hann var í Esbjerg.
Sáttmálin er komin í lag ígjøgnum NAFA, North Atlantic Football Agency, og tað er Jákup í Stórustovu, ið hevur umboðað leikaran í samráðingunum.
? Vit eru sera væl nøgdir við samráðingarnar og við úrslitið, sum spurdist burturúr, sigur Jákup í Stórustovu. Umframt sáttmálan hjá Christiani Høgna hevur Jákup fingið eina samstarvsavtalu í lag við Vejle. Hetta hevur við sær, at nakrir ungir føroyskir leikarar sleppa at royna seg í felagnum.
Ikki nøktandi tilboð og umstøður frá Esbjerg
Sosialurin skilur, at tilboðið frá Esbjerg als ikki var nøktandi, og tí kom Vejle uppí leikin.
Tá Christian Høgni fór niður, var tað ikki sum partur av nakrari avtalu, men hann flutti niður við gentu sínari. Hann setti seg síðani í samband við Esbjerg, har hann var við í hópinum og fekk nakrar minuttir á vøllinum.
Tað kann vera, at Esbjerg hevur tikið Christian Høgna fyri givið, og tí bjóðaði felagið honum ikki nakran góðan sáttmála.
Síðani vendi leikarin sær til Jákup í Stórustovu, sum skuldi hjálpa honum at fáa ein sáttmála. Hetta hevur nú eydnast.
? Tað er gott at fáa føroyskar leikarar útum landoddarnar, og Superligain er gott støði hjá einum ungum leikara, sigur Jákup í Stórustovu.
Christian Høgni hevur spælt tríggjar venjingardystir við Vejle, og hann hevur skotið eitt mál, umframt at hann hevur lagt upp til nøkur.
Nú er hann farin til Kypros á venjingarlegu við landsliðnum. Har fer hann eftir ætlan at vera við móti Póllandi og Liktinstein, áðrenn hann leggur leiðina til Spania. Har er Vejle á venjingarlegu, og liðið skal spæla nakrar venjingardystir.
NSÍ fær eisini nakað burturúr hesum sáttmálanum, tí Vejle hevur keypt Christian Høgna frá NSÍ. NSÍ lænti fyrst Esbjerg spæliloyvi, men leikarin varð ongantíð keyptur leysur av sáttmálanum.
? Tað er umráðandi, at tey føroysku feløgini eisini fáa nakað burturúr, tá spælarar skifta feløg, tí tað er kostnaðarmikið at reka eitt fótbóltsfelag í Føroyum, sigur Jákup í Stórustovu, sum fegnast um, at feløgini nú eru meira greið yvir, at tey kunnu fáa nakað burturúr ungum og evnaríkum leikarum.
Tað er fyrrverandi danski landsliðsleikarin John Sivebæk, ið hevur umboðað NSÍ í samráðingunum við Vejle.
Vejle liggur í løtuni á næstaftasta plássi, og fremst uppgávan hjá Christiani Høgna verður at bjarga felagnum undan niðurflyting.