1. deild Danmark
Eftir at hava stríðst í føroyska álopinum ímóti Skotlandi leygardagin var Christian Høgni Jacobsen týskvøldið aftur á Vejle liðnum, har hann enn eina ferð var allar 90 minuttirnar á vongverjanum í høgru. Orsakað av skaðum og leikbannum var, sammett við undanfarnu dystirnar, talan um stórar broytingar á Vejle liðnum.
Christian Høgni og Vejle óru í Riisvangen í Aarhus, har mótstøðuliðið var FC Aarhus, sum fyrrverandi álopsspælarin á danska landsliðnum, Flemming Povlesen, er stjóri í. Sammett við alspentu í hvussu so er 4.200 ásrkoðararnar á Svangaskarði leygardagin var karmurin ikki so ógvusligur í Aarhus, men ð var ikki heilt sørt. Dysturin var spennandi, og teir 815 áskoðararnir gingu uppí tað.
Úsrlitið varð 1-1. Efitr rfyrra umfarið var orsøk hjá Vejle at harmast um, at teir ikki vóru á odda meiri enn 1-0, men eftir allar 90 minuttirnar vóru teir ikki ónøgdir. Tá tað restaðu seytjan minuttir, stútaði FC Aarhus til 1-1, og so trýstu teir fyri at vinna. Í yvirtíðini fingu teir bóltin í Vejle-málið, men tá segði dómarin, at fríspark var gjørt ímóti Vejle.
Peter Degn, sum er komin úr Brøndby og til Vejle, var nýggjur á liðnum, og hann kom rættiliga í brennidepulin. Hann var á miðvøllinum í høgru, og harvið ikki so langt frá Christian Høgna. Peter Degn legði Vejle á odda, tá tað restaðu fýra minuttir av fyrra umfarinum. Bólturin varð lagdur aftur til hansara, og møguleikin var stórur. Frammanundan hevði hann eina ferð sent í stólpan.
Tá seinna umfarið var nígjan minuttir gamalt, varð Peter Degn rikin av vøllinum. Dómarin metti, at hann hevði hevnt seg. Tað vóru teir í Vejle ikki samdir við uppmanninum í, men tað hevði sjálvandi ikki so nógv at siga.
Eftir útvísingina trýsti FC Aarhus, men Vejle menninir fóru til hús við eina stiginum. Sunnudagin skulu teir spæla á heimavølli ímóti B1913. Seks dystir í donsku 1. deild vórðu leiktir í gjárkvøldi.