Christian í Grótinum mundi rikið á land

Lodnan fer so nær fram við Suðurlandinum í Íslandi, at skipini royna heilt inni ímóti sandinum, tá ið veðrið er gott. Í gjár noyddist Krúnborg at seta enda á Christian í Grótinum, so hann ikki endaði uppi á landi

Fiskivinna

Tað var gott veður, men stór alda, tá ið nótaskipið, Christian í Grótinum, í gjár mundi endað uppi á landi undir Íslandi.
Lodnan fer nevniliga so nær fram við Suðurlandinum í hesum døgum, at skipini royna heilt inn ímóti landi.
Eyðun Rasmussen á skrivstovuni hjá Christiani í Grótinum í Klaksvík sigur, at okkurt bleiv áfatt við weirinum hjá skipinum, meðan teir vóru rættiliga nær landi.
- Veðrið var gott og eingin vindur, men stór alda var fram við landinum, har skipini royndu.
Sum Sosialurin hevur skilt, noyddist nótaskipið, Krúnborg, at seta enda á Christian í Grótinum, og hála skipið út frá aftur.
Eyðun Rasmussen heldur ikki, at nakar vandi var á ferð hjá skipi og manning.
- Lodnan gongur so nær, at ógjørligt er at fara eftir henni, tá ið álandsvindur er.
Eyðun sigur, at Christian í Grótinum er á øðrum túrinum á lodnuveiði undir Íslandi, og tann fyrra túrin høvdu teir 2.000 tons.
- Norðborg hevur gjørt tveir túrar. Tann fyrra landaðu teir í Íslandi og hin seinna í Føroyum. Teir høvdu fult skip báðar túrarnar, eini 2300-2400 tons hvønn túrin, sigur Eyðun Rasmussen.
Norðborg er nú á svartkjaftaveiði.
Lodnukvotan er lítil. Skipini eiga smá 4.000 tons í part.