Christian er væl fyri

Undan síðstu landsliðsferðini í ár - til Fraklands og Rumenia - tykist landsliðsspælarin Christian Lamhauge Holst at vera væl fyri.

Í dag høvdu Lamhauge maðurin og Silkeborg vitjan av stórfelagnum Brøndby, sum varð sent til hús við 4-1 tapi.

Christian Lamhauge Holst var millum teir fyrstu ellivu hjá Silkeborg, og hann skoraði tvey mál.

Í 23. minutti setti hann hol á eftir hornaspark, og í 59. minutti økti hann til 4-0 við fínum hælsparki.