Christian er favorittur

Føroysku fótbóltsfeløgini royna av øllum alvi at fáa nevndarkabalina at ganga upp. Christian Andreasen sigst vera favorittur til forsetasessin, sum hann ikki vann fyri seks árum síðani

Fótbóltur

Í annaðkvøld er freistin fyri at seta fram uppskot til nevndarval í FSF lokin.
Líka síðani fundin, sum feløgini høvdu í heyst, tá málið um aðalskrivaran skuldi loysast, hevur verið greitt, at broytingar vóru í væntu, og nú teknar myndin av hesum broytingum seg spakuliga.
Enn er ikki heilt greitt, júst hvørjar broytingarnar verða. Men feløgini høvdu fund um hetta leygardagin, og sum skilst vil ein stórur partur av feløgunum hava, at øll nevndin verður skift út. Tað vil siga, at teir, sum standa fyri vali hesaferð, verða skiftir, meðan restin verður skift á komandi aðalfundi.

Christian favorittur
Sum skilst, so er talan í øllum førum um tvey uppskot til forsetavalið, og annað av hesum skal vera Christian Andreasen, advokatur.
Christian Andreasn var eisini í uppskoti til forsetasessin í 2004, tá tøki sessurin eftir Dánjal Andreasen skuldi mannast. Ta ferðina hildu tey flestu – og í øllum førum Christian sjálvur – at neyðugu atkvøðurnar vóru tryggar, men tá talt varð upp, hevði Óli Holm vunnið ein hampuliga greiðan sigur. Ein hending, sum hevur fingið Christian Andreasen til treytaleyst at krevja, at hann hevur vissu fyri uppbakningini, áðrenn hann tekur av einum tilboði um at stilla upp.
Hartil hevur Høgni í Stórustovu eisini sagt, at hann tekur við afturvali. Eisini hóast hann sambært 3-2 hjá Sjónvarpinum hevur fingið at vita, at hann neyvan verður afturvaldur. Skal hetta lata seg gera, er tað samstundis ein fortreyt, at okkurt felag skjýtur upp, at Høgni heldur fram í sessinum. Nýggja lógarverkið hjá FSF ger nevnliga, at nevndarlimir ikki kunnu taka við afturvali av sínum eintingum, men skulu hava í minsta lagi eitt felag at skjóta seg upp.

Landafrøðin
Umframt forsetan standa Sveinur Tróndarson, Rúni Heinesen og Magnus á Stongum fyri vali.
Av hesum hevur Sveinur Tróndarson fyri nakað av tíð síðani boðað frá, at hann stillar ikki uppaftur, og so er spurningurin, hvussu verður við hinum báðum.
Stóri knúturin í hesum tykist vera, at fleiri av feløgunum eru fyri, at býtið av nevndarsessum eisini verður framt landafrøðiligt, soleiðis sum siðvenja var til fyri einum fýra árum síðani. Við øðrum orðum, so vilja suðuroyingar hava ein nevndarsess, klaksvíkingar vilja hava ein, og kanska vilja vágamenn eisini hava ein sess.
Her fann fundurin onga semju í teimum nøvnum, sum vóru í uppskoti. Tí verður neyðugt við nýggjum fundi, og sum skilst, so skal hesin haldast seinnapartin í dag.