Christian Danielsen nýggjur stjóri fyri Samskip

Í gjár tók Christian Danielsen við sum stjóri á Samskipum eftir Joel undir Leitinum.

Tað eru liðin seks ár síðani Samskip setti á stovn deild í Føroyum, og øll árini hevur Joel undir Leitinum sitið í stjórasessinum.

- Vit hava arbeitt fyritøkuna upp frá grundini av til hon í dag er millum førandi fyritøkurnar á marknaðinum, segði Joel undir Leitinum, tá stjóraskiftið varð kunngjørt.

Í dag eru tilsamans 54 ársverk í fyritøkuni í Føroyum, sum millum annað rekur skipini Arnarfelli og Helgafelli.

- Á landi eru eini 15 fólk í føstum starvi umframt ein røð av tímaløntum fólki. Vit reka eisini eina frystigoymslu í Kollafirði, sum við sínum 7.000 tonsum er landsins størsta, segði Joel undir Leitinum.

Joel undir Leitinum er farin í starv sum sum leiðari fyri Corporate Finance hjá BankNordik.

Christian Danielsen kemur úr starvi sum fíggjarleiðari hjá Articon, har hann hevur verið í trý ár, og millum annað hevur upplivað heiðurin at arbeiðspláss hansara var valt til ársins virki.

- Hetta verður fyri meg ein spennandi uppgáva. Felagið hevur eina góða støðu á marknaðinum, og er meti eisini vinnuna, sum felagið arbeiðir innan fyri, at vera bæði spennandi og avbjóðandi, sigur komandi stjórin í Samskip, Christian Danielsen, sum tók við starinum í gjár.