Silkeborg spæld í dag sín seinasta dyst í hesum kappingarárinum. Gunnar Nielsen og Ári Mohr Jónsson byrjaði inni, meðan Christian Lamhauge Holst kom inn og bjargði Silkeborg eitt stig við máli í evstu løtu.
Dysturin hevði ongan týdning, tí Silkeborg longu er flutt niður í næstbestu deildina í Danmark. Ári Mohr Jónsson fekk enn ein dyst frá byrjan. Hann var óheppin í seinna hálvleiki og gjørdi sjálvmál, tá hann trýstur royndi at verja fyri einum innleggi.
OB sá út at fara við øllum stigunum, tá Morten Skoubo legði teir á odda 3-2 stutt fyri tíð, men løtu seinni javnaði innskiftið Christian Lamhauge Holst til endaliga úrslitið 3-3.
Brøndby, sum hevur René Shaki Joensen í hópinum, bjargaði sær lívið í Superliguni við at vinna 1-0 á AC Horsens. AaB við Halli Hansson í hópinum tryggjaði sær luttølu í Europa League komandi kappingarár við 2-2 javnleiki móti Randers.
FCK er danskur meistari fyri 10. ferð.