DANMARK 2. DEILD
Enn hevur hann ikki rættuliga fingið høvi at vísa, hvør dugur er í honum á føroyska landsliðnum. Men í triði bestu deildini í Danmark vísa tølini, at hann er rættuliga vandamikil frammanfyri mótstøðumálið.
Tað er Christian Lamhauge Holst, sum talan er um. Higartil hevur Lyngby fingið 23 mál í landskappingini. Av teimum hevur Christian Holst, sum hann verður nevndur donsku miðlunum, skorað níggju mál.
Í Føroyum er tað týdningarmikið at taka Lamhauge navnið við. Tað er mammu navnið, sum boðar frá ættarbondunum í Føroyum.
Hesa ferð var Lyngby í Skive, og har vunnu gestirnir 3?2. Christian Lamhauge Holst setti hol á í tólvta minutti.