Christal vitjar í Føroyum

Føroyska songkvinnan Christal, sum roynir at vinna fram í Danmark, vitjar komandi vikuskiftið í Føroyum, tá ið hon verður við í sendingini Hvonn Live. Christal er ættað úr Føroyum, men er búsitandi í Danmark. Hon gav fyri kortum fyrstu stakfløguna út, og til sangin, sum kallast Om Igen, hevur kendur danskur leikstjóri gjørt eitt flott sjónbandalag. Í næstum kemur fløga hjá Christal út.

 

Føroyingar kenna helst ikki tað stóra til Christal sum songkvinnu, men um vikuskiftið verður møguleiki at hoyra hana framføra live í Føroyum. Christial verður við í Hvonn Live, sum Rás2 sendir beinleiðis av Hvonn í Havn leygarkvøldið.

 

Har verður prátað við Christal, og hon fer framføra.