Christal lærdi seg sjálv føroyskt

Hóast songkvinnan Christal er fødd og uppvaksin í Danmark, vildi hon duga at tosa føroyskt, og hon heldur fast um føroyska sambandið hjá sær. Í kvøld vitjar hon í Hvonn Live Christal er poppsongkvinna, sum roynir at vinna fram í Danmark. Mamma hennara er úr Miðvági, og fyri Christal hevur tað havt stóran tydning at duga føroyskt, hóast hon vaks upp í Danmark.

 

- Eg havi sjálv lært meg føroyskt, og sjálvt um eg kanska ikki tosi 100 prosent rætt føroyskt, so skilja fóllk meg. Tað hevði týdning fyri meg, at eg dugdi málið í landinum, sum eri ættað, sigur Christal.

 

Hon gav fyri jól út stakfløgu í Danmark, og nýggj fløga er á veg frá henni. Hetta vikuskiftið vitjar Christal í Føroyum, og í kvøld skal hon framføra í sendingini Hvonn Live, sum Rás2 sendir beinleiðis av Hvonn í Havn frá klokkan 20.00.

 

Í sendingini verður lagt fyri við undirhaldi frá Pipar og Salt, og síðani verða eisini Rósa Samuelsen, Jón Brian Hvidtfeldt og Christal við í sendingini.