Chris hevur takið á B68

B68-ÍF: Í Fuglafirði vóna teir, at Chris verður førur fyri at spæla seinnapartin, tá ið fuglfirðingar á Svangaskarði fara at stríðast fyri at vinna á B68 fyri triðju ferð í ár

B68 hevur 26 stig, og ÍF hevur 25 stig. Bæði liðini kenna tað framvegis brenna undir sær, og bæði liðini eiga framvegis á at spæla ímóti 07 Vestur, sum er favorittur at flyta niður.
Trý stig í oyggjauppgerðini á Svanga­skarði seinnapartin kunnu bera rættin at halda fram í bestu deild­ini við sær.
Um metast skal út frá fyrr í ár, so eru fuglfirðingar favorittar. ÍF vann í fyrsta umfari 4-3 á Toftum, og tveir dagar undan Ólavsøku vann ÍF 3-1 á heima­vølli ímóti B68.
Hjá B68 er Remi Langgaard tøkur aftur, eftir at hann var leikbannaður í Klaksvík. Hesa ferð er Jóhan Dávur Højgaard leikbannaður. Venj­arin, Bill Jacobsen, var í síðstu viku í Aalborg saman við André Olsen hjá B68 og Karl Løkin og Dánjali á Lakjuni hjá ÍF og hinum á U-21 landsliðnum.
Stóri spurningurin í Fuglafirði er, um Chris Muomaife verður før­ur fyri at spæla. Hann hevur ikki vant nakað serligt, men teir vóna, at hann verður við, og tað er ikki so undarligt, at fuglfirðingarnir seta sítt álit á Chris. Hann hevur í fimtan dystum skorað tólv mál, og mill­um hesi teljast fýra ímóti B68!
Allir hinir ÍF spælararnir eru tøkir.