Góða gongdin hjá Andriasi Edmundssyni og liðfeløgunum í Chojniczanka í triðbestu pólsku fótbóltsdeildini er fyribils steðgað upp.
Í dag tapti Chojniczanka annan dystin á rað í deildini.
Chojniczanka var í dag á vitjan hjá Olimpia Elblag.
Olimpia Elblag vann dystin 2-1. Elblag legði seg á odda tá 23 minuttir vóru farnir, og í 62. minutti øktu teir til 2-0.
Grzegorz Szymusik minkaði um munin til 2-1 við einum brotssparki tá eitt korter var eftir av vanligu leiktíðini, men nærri kom Chojniczanka ikki.
Chojniczanka er nú nummar átta í deildini við 23 stigum. Tvey stig eru upp til Lodz, ið er á sætta plássinum sum gevur rætt til Play Off dystir um uppflyting til næstbestu deildina.
Komandi leygardag spælir Chojniczanka á heimavølli móti Wisla Pulawy.