Fyrr í dag spældu Andrias Edmundsson og liðfelagarnir í Chojniczanka venjingardyst móti LKS Lodz, ið spælir í bestu pólsku fótbóltsdeildini. Chojniczanka spælir í triðbestu pólsku fótbóltsdeildini.
Andrias og sterkasta manningin mannaðu liðið hjá Chojniczanka í fyrra hálvleiki, og í steðginum var Chojniczanka á odda 1-0 við máli, ið Macin Kozina skoraði.
Í seinna hálvleiki sluppu eykamennirnir á vøllin fyri Chojniczanka, og tað eydnaðist LKS Lodz at vinna ein tepran 2-1 sigur. Men eitt framúr gott avrik hjá Chojniczanka í fyrra hálvleiki má staðfestast.
27. januar spælir Chojniczanka venjingardyst móti Ol. Grudziadz á útivølli. Ol. Grudziadz spælir í næstbestu pólsku deildini, so tað er aftur talan um dygdargóða mótstøðu hjá Chojniczanka.