Aftur í dag gjørdist talan um fulla spælitíð til Andrias Edmundsson, tá hann og liðfelagarnir í Chojniczanka leiktu javnleik 1-1 á útivølli móti Polonia Bytom í triðbestu pólsku fótbóltsdeildini.
Antoni Pralat legði Chojniczanka á odda 1-0 tá 37 minuttir vóru leiktir. Beint undan steðginum javnaði heimaliðið til 1-1.
Chojniczanka fekk ein mann riknan av vøllinum tá 57 minuttir vóru leiktir, og tað gjørdi uppgávuna torførari, men tað eydnaðist Andriasi og liðfeløgunum at fáa stig áttanda dystin á rað.
Chojniczanka hevur ikki tapt ein dyst í deildini síðani 3. september.
Chojniczanka er nummar fimm í deildini við 23 stigum. Fýra stig eru upp til oddaliðið, Kotwica sum hevur 27 stig.
Komandi leygardag tekur Chojniczanka móti Pogon Siedlce á heimavølli.