Chili sum vápn

Herurin í India ætlar sær at brúka eitt heldur óvanligt vápn ímóti yvirgangsmonnum. Sambært tíðindastovuni AP ætlar herurin at koyra heimsins sterkasta chili í granatir av sama slagi sum tær, ið verða brúkar til táragass.

Ein talsmaður fyri rannsóknardeildina hjá indiska herinum sigur við tíðindastovuna, at hetta slagið av chili er so sterkt, at fólk, sum anda roykin av tí í seg, verða so ring av kvalma, at tey noyðast at taka til rýmingar.

Sambært AP er talan um chili-slagið bhut jolokia, sum í Vesrurheiminum er kent sum ghost chili.