Í døgunum frá 22. februar til 5. mars vitjar Sebastian Edelmann trúboðari frá Child Evangelism Fellowship í Føroyum. Hetta er hansara fjórða vitjan her.
Sebastian er 57 ára gamal og vaks upp í komunistiska Ungarn. Hann hevur lisið gudfrøði í Budapest. Í 1982 flýddi familjan vestur um og búsettust í Týsklandi. Í 2008 fluttu tey aftur til Ungarn.
Sebastian hevur arbeitt í úti við 30 ár við Child Evangelism Fellowship (CEF), ið er ein felagskapur, ið serliga arbeiðir ímillum børn. Í 2007 bleiv Sebastian leiðari yvir arbeiðinum hjá CEF í Miðeuropa, og var tað í hesum sambandi, at tey fluttu aftur til Ungarn. Vitjan Sebastians til Føroya fyrstu ferð í 2004 hevði serligt tilknýti til leguarbeiðið í Zarepta við ynski um ráðgeving og stuðul úr Føroyum. CEF arbeiðir við legum fyri børn í Ukraina, og visti onkur í leiðsluni har um leguarbeiðið í Zarepta. Á ferðini í Føroyum kemur Sebastian Edelmann at vitja nakrar samkomur kring landið. Hann vitjar í Filadelfia Gøta, Bethel í Vági, Hermon í Norðdepli, Betesda í Klaksvík, Samkoman í Marknagili, Nazaret í Kaldbak, Berøa í Runavík, Mizpa á Eiði, Ebenezer í Havn og Kedron í Sørvági. Meira um vitjanina á heimasíðuni www.evr.fo