Javier Chicharito Hernandez tók allan fótbóltsheimin á bóli í fjør. Í dag hevur framherjin úr Meksiko skrivað nýggjan fimm ára sáttmála við Manchester United. Sir Alex Ferguson samanber hann við norsku legenduna, Ole Gunnar Solskjær.
Tey vóru í fá, ið kendist við lítla og smílandi framherjan úr Meksiko, tá hann undan kappingarbyrjan í fjør skifti til Manchester United frá Guadalajara fyri áleið 50 milliónir. Men eitt ár og nøkur og tjúgu mál seinni er hann helst kendur av teimum flesti, ið fylgja við í fótbólti.
- Tað er ein dreymur fyri meg at spæla fyri Manchester United og eg hevði aldrin trú at tað fór at ganga mær so væl fyrsta árið, sigur Javier Hernandez.
Í fjør skoraði hann tjúgu mál samanlagt og í ár hevur hann aftur prógvað, at hann er vandamikil frammanfyri málinum við millum annað at skora móti Liverpool á Anfield.
- Seinast ein leikari hevur havt eina so stóra ávirka á Manchester United so skjótt var tá Ole Gunnar Solskjær kom til felagið, sigur Sir Alex Ferguson sambært bretskum miðlum í dag.
Sáttmálin er galdandi fram til endan av kappingarárinum 2015/16. Dailymail metir, at sáttmálin gevur Javier Hernandez næstan 700.000 krónur um vikuna.