Tað var við spenningi, at eini 600 fólk høvdu leitað sær í nýggja og sera stásiliga mentanarhúsið í Fuglafirði týskvøldið. Á skránni var country og bluegrass sangarinnan úr Nashville, Kathy Chiavola, umframt Ragnar í Vík og Dupult Kvartettin.
Og tað er ikki ofta, at vit fáa vitjan av víddunum handan hav og hava høvi at uppliva country, sum tað veruliga er.
Men fyrst máttu vit bíða í eini 10 minuttir, tí mandolinleikarin var júst komin við flogfarinum og skuldi líka gerast pallklárur. Hann hevði ligið veðurfastur millum Nashville og Boston. Fiólleikarin settist aftur, men skuldi væntandi koma fram til seinnu konsertina mikukvøldið.
Top of the world
- Takk fyri!, rópti Kathy á føroyskum, tá hon kom á pall frammanfyri klappandi fjøldini og soleiðis tók hon øll á bóli.
Takk fyri, Fuglafjørður! Og so var ísurin brotin, so sjálvt Havsbrún ikki kundi havt fryst eina eind úr honum aftur.
Bert 3 á palli. Við akkustiskum ljóðførum, um enn styrkt, fyltu tey frá byrjan hvønn krók við kontrabassi, guitari og mandolin. Á bass, ella hundahús, sum tey nevndu hetta, leikti Marky Sanders. Á mandolin leikti Matt Flynner í heimsflokki. Tað var gott, at hann kom vegin fram! Hann var í sær sjálvum eitt upplivilsi í dugnaskapi, skjótleika og fingrafimi. Slíkt er neyvan sæð, ella hoyrt, her áður.
Kathy legði út við Sittin' on the top of the world. Og tað gjørdi hon frá byrjan til enda á konsertini týskvøldið!
Góð á palli
Hetta var tónleikur, sum hann eigur at vera. Væl leiktur, væl sungin og góður. Og til slíka konsert er tað ærligheitin, sum savnast verður um.
Listin er at duga hetta, at fáa tað at síggja lætt út. Ella bara at halda tað vera lætt! Víst er tað, at hóast talan var um 3 smæðin ljóðføri og eina stóra rødd, so var hetta skjótt gloymt og áhoyrarar sótu bergtiknir og gloymdu alt annað, uttan bert tónleikin.
Kathy átti pallin frá byrjan. Millum sangirnar undirhelt hon. Loyvt var til dømis at klappa, eftir góðu solospølini hjá Matt. Og vóru tey ov vánalig, so var bert at blaka við tomatum - ella fiski, um hesin var lættari at fáa hendur á!
Jú, sambandið við áhoyrararnar var tætt. Og eisini innniligt. Tí alt var ikki bara gleimur og skemt. Sangir, kanska serliga innan country, hava ofta eina skuggasíðu, og harvið eina søgu.
Tað gekk eisini upp fyri kvinnuni á palinum, at mong av hennara næstu ikki taldust millum tey livandi longur. Hóast mong teirra, ið Kathy umrøddi, vóru fólk innan country, ið ikki eru á foldum longur, so vóru millum álvarsløturnar, minst líka nógvar swingløtur.
Sum heild sangir og søgur, har vit fingu innlit og kendu samband við tónleikararnar. Hetta var framførsla av fyrstu skuffu. Væl úr hondum greidd tónlistarliga, onki mjørkatos millum løgini, men beinleiðis prát við lurtaran og harvið tónleika- og tekstaupplivingar, ið vildu nakað, høvdu eitt mið, og sum náddu innum.
Mong av løgunum vóru ognað ymsum, ofta doyðum persónum. Men eisini vóru løg, ið vóru yndisløg hjá Birgiri Kruse, ið er upphavs maður til forkunnugu vitjanina úr Nashville.
Tá lagið Crazy byrjaði eitt lagatyssi av løgum hjá Patsy Cline, mundu teir síðstu og treiskastu lurtararnir geva seg yvir.
Avbera gott!!!
Ragnar, Hank og Dupult Kvartettin
Eftir ein støðg, kom Kathy aftur, sang nøkur løg, milum onnur sítt egna frálíka um Pilgrim (okkurt sovorði eitur tað). Síðani kom Hank Williams og I'm so lonsome I could cry.
Og eftir lítlari løtu stóð Ragnar í Vík á palli og helt á við føroyska tekstinum.
Ragnar, sum hetta kvøld var heldur fámæltur, ið mun til væl uppløgdu Kathy, sang síðani sangin um Nornuna.
Eftir hetta kom Dupult Kvartetin á pall. Hetta var stór løta, har alt gekk í hægri eind.
Fyrst sang Kathy Let the lower light shine - síðani tók kvartettin yvir við Lat hitt lægra ljósið brenna. So gekk tað slag í slag, How great thou art og so øll á palli við hinum væl swingandi I fly away, har Dupult Kvartettin rættiliga sá út til at hugna sær og prógvaði, at EISINI hetta duga teir til UG.
Liðugt var. Men takið var á veg av mentanarhúsinum av lógvbrestum, ið ynsktu Kathy aftur á pall, tá hon aftur kom innar.
Einsamøll rundaði hon av við vøgguvísu frá Peter Pan og sang yndisliga A distant melody.
Eftir konsertina var møguleiki at heilsa uppá, keypa fløgur og fáa autograf.
Eitt brak av eini konsert var tagnað, men óivað ljómar bergmálið enn í hugaheimnum hjá mongum áhoyrara, eins og fløgur ljóma í onkrarai stovu. Nakrar álvarsløtur, millum veruligt swing, við Katy Chiavola vóru farnar aftur um hesar útvið 3 tímarnar, konsertin vardi.
Gott, Kathy Chiavola, og vælkomin aftur eina aðruferð!