Chevron undir spennandi boring hinumegin markið

Um somu tíð sum Statoil er givið við at bora á føroyska landgrunninum fer felagið saman við øðrum stórum oljufeløgum undir at bora ikki færri enn tríggjar brunnar á bretskum øki, skamt frá føroyska markinum.

Talan er um sonevnda Rosebank oljufundið, ið Chevron sum fyristøðufelag saman við Statoil, Dong og OMV, gjørdu í fjør fáar fjórðingar frá føroyska markinum. Júst í hesi løtu verður boripallurin Transocen Rather ankraður upp á økinum, og ein av komandi døgunum verður borurin settur í. Ring veðurlíkindini hava seinkað boringini nakað.

Tað snýr seg um at bora tríggjar avmarkingar og metingarbrunnar í sambandi við eitt fund, sum varð gjørt fyri tíð síðani. Millum oljufólk verður mett, at talan er um eitt sera stórt fund og skulu komandi brunnarnir siga okkum, hvussu stórt tað er. Tað áhugaverda er, at oljukeldan liggur inni í sjálvum basaltinum. Tað fingu vit at vita á oljuráðstevnuni í Føroyum herfyri.

Á skrivstovuni hjá Chevron í Aberdeen fáa vit at vita, at tey nú rigga til at seta borin í á Rosebankleiðini. Roknað verður við, at tey koma at bora fram til í vár. Úrslitið skal so staðfesta, um oljukeldan er so mikið stór sum metingarnar vísa, og er tað so, verður farið undir at byggja hesa kelduna út. Kemur tað hartil verða leiðirnar í grannalagnum eitt nú loyvið hjá Chevron, Statoil, Dong og OMV okkara megin markið aftur sera áhugaverdar.