Hetta stóra oljufundið varð gjørt í 2004 og síðani tá hevur verið arbeitt miðvíst at finna út av, um hetta er ein oljukelda, sum er lønandi og harvið kann byggjast út. Seinasta hond verður í løtuni løgd á at bora avmarkingar- og metingarbrunn. Hetta arbeiðið skuldi vera liðugt í apríl. Stóra altjóða oljublaðið ”Upstream” ger nógv burtur úr málinum og skrivar eitt nú:
”US supermajor Chevron has started a pre-front end engineering and design contest as it embarks on development planning for its groundbreaking Rosebank-Lochnagar discovery in the harsh waters of the UK Atlantic Margin.”
Góð tíðindi fyri Føroyar
Hetta eru so sanniliga góð tíðindi fyri oljuídnaðin og somuleiðis myndugleikarnar bæði í Bretlandi og Føroyum, tí ein møguliga útbygging av júst hesi oljukelduni kann hava stóra ávirkan á avgerðina hjá Chevron at bora ein leitibrunn føroysku megin markið eisini. Endamálið við tí fyrireikandi útbjóðingararbeiðinum er at finna tær bestu loysnirnar fyri útbyggja av hesum stóra og olju- og gassfundinum umframt møgulig hjáfund í grannalagnum, nevnd ”satelite discoveries”. Møguleiki er fyri at brúka eina skipaloysn tvs. eitt flótandi goymslu og framleiðsluskip (FPSO) av sama slag, sum verður brúkt nógva aðrastaðni á djúpum vatni, t.d. Schiehallion og Foinaven. Eisini er møguleiki fyri at gera ein flótandi framleiðslupall ella eina kombinatión av báðum. Tað verður eisini hugt at tí loysnini, sum føroyska oljufelagið Atlantic Petroleum brúkar á sínum Etrik felti, nevniliga cylindaraformaða flótandi Stevan Marine pallin.
Verkætlanin fevnir so eisini um møguleikan at flyta oljuna gjøgnum rørleiðing, sum verður knýtt uppí einastu rørleiðingsskipan, sum í dag finst í økinum, nevniliga hana hjá BP frá Clair feltinum ella at leggja rørleiðing til Hetlands. Um talan verður at fremja FPSO loysnina við goymsluskipi á staðnum, so fer Chevron helst at brúka royndirnar hjá BP á Schiehallionfeltinum, har tað hevur víst seg, at slík skip til veðurbarda havøkið vestan fyri Hetland krevja at vera serbygd við júst hesum økinum fyri eygað. BP hevur havt nógvar trupulleikar við sínum FPSO skipi á Schiehallion leiðini og fer helst at byggja eitt nýtt skip innan trý ár.
Enn eitt fund fyri sunnan
Tosað verður eisini um at sláa fleiri flugur í einum við at byggja somikið nógv út á Rosebank, at eitt annað fund, sum liggur nakað syðri, Cambo, kann knýtast uppí Rósebankloysnina. Í løtuni borar Stena Carron, heimsins mest framkomna boriskip til djúpt vatn, á Rosebankleiðini og um ein mánað ella so fer tað so at bora metingarbrunn á Cambofeltinum.
Tá tað kemur til at fáa gassið til høldar verður tosað um at leggja eina gassleiðing frá Rosebank til Hetlands. Í hesum sambandi er eisini áhugavert at frætta, at stóra franska olju- og gassfelagið Total í løtuni fyrireikar útbygging av sínum gassfeltum og ætlar at leggja eina gassleiðing til Hetlands. Her kann tí blíva talan um samstarv eisini.
Rosebankkeldan, sum fyribils er mett at goyma 530 mill. tunnur av olju, fer at framleiða í 2013. Keldan er á 1100 metra dýpi í loyvi 213/27 skamt frá føroyska markinum.
Umframt Chevron (40%) eru Statoil (30%), Dong (20%) og OMV (10%) við í hesum loyvinum. Chevron, Dong og OMV eru so eisini við í Cambo loyvinum, har Amerada Hess er fyristøðufelag. Keldan er á 1149 metra dýpi í loyvi 201/10 eisini tætt upp at føroyska markinum.