Boring
Jan Müller
Jan@sosialurin.fo
Sambart blaðnum Upstream vilja keldur vera við, at Chevron er við at gera ein endaligan sáttmála um at bora fleiri brunnar, og sum skilst møguliga tríggjar. Teir skulu so gera av, hvussu stórt fundið er, og út frá hesum kann Chevron saman við partnarunum í loyvinum, Statoil, Dong og OMV, gera av, nær man kann fara undir eina útbyggingarætlan. Tað ljóðar, at fyrsti brunnurin skal longu borast i mars næsta ár. Ruth Parkhouse frá Chevron váttar fyri Sosialinum, at tey eru í samráðingum við borifelag um at bora ein brunn næsta ár. Enn er eingin endalig avtala gjørd. Ætlanin var at bora í summar men eingin pallur hevur verið tøkur.
Tað hevur verið sera torført at fáa boripallar til hetta farvatnið, og kostnaðurin er farin heilt í topp, nú eftirspurningurin er so stórur. Dagratan er omanfyri 300.000 dollarar. Hetta er nærum trýfalt vanliga prísin.
Samtíðis sum arbeitt verður við at fáa endaliga avtalu um boripall hevur Chevron gjørt avtalu við Western Geco um at gera seismiskar kanningar við Western Pride í loyvum sínum bæði í føroyskum og bretskum øki. (sí kort)
Keldur Sosialurin hevur tosað við halda, at gongst væl í hond við kanningunum, og fæst ein avtala um at bora avmarkingarbrunnar næsta ár á Rosebank/Lochanager fundinum, so er møguleiki fyri, at Chevron og tess partnarar fara at bora í loyvinum føroysku megin markið longu í 2007.