Danski barnafimleikabólkinum Flying Superkids hevur ein Chevrolet frá 1958 við í sínum framførslum, har tey dansa, syngja og flúgva.
Fleiri hava helst lagt til merkis ein flottan gamlan amerikanskan bil frá 50-unum við donskum nummarplátum, sum seinastu dagarnar hevur koyrt á føroysku vegum.
Talan er um ein Chevrolet Brookwood frá 1958 bil hjá danska barnafimleikabólkinum Flying Superkids, sum skulu framføra í Ítróttarhøllini á Hálsi 30. og 31. mars. Bilurin er við í framførsluni, og verður hann brúktur sum bukkur hjá børnunum at loypa uppum.
Flying Superkids byrjaðu í 1967 sum eitt vanligt fimleikalið og síðani hevur bólkurin ment seg til eitt altjóða viðurkent framsýningarlið, har børnini dansa, syngja og flúgva.
Í Bilradio á Rás2 hósdagin sigur Lars Godbersen frá Flying Superkids frá søguni um bilin.