Chevrolet Cruze royndarkoyrdur

Í sendingini Bilradio á Rás2 hósdagin er samrøða við Eirik Ó. Simonsen deildarleiðara á bildeildini á Tekniska Skúla, í sambandi við at skúlin fyllir 75 ár. Eirikur hevur arbeitt sum lærari á skúlanum í yvir 30 ár.

Samrøða er við Fríðrik Bláhamar frá First Stop, um týdningin av at koyra við røttum dekkum,

og við Niclas Persson og Anders um Triumph motorsúkklurnar, sum MC-Sølan nú umboðar.


Eisini verður ein Chevrolet Cruze royndarkoyrdur saman við Heðini Weihe sølumanni hjá Auto Service.