Cherbourg: Pauli er ein av teimum bestu ungu málverjunum í Skandinavia

JS Cherbourg Manche í næstbestu fronsku hondbóltsdeildini fegnast um at fáa Paula Jacobsen í sín hóp komandi kappingarár

Tað gerst alsamt meira spennandi at fylgja føroysku landsliðsspælarunum í hondbólti. Addressurnar gerast bara fínari og fínari, skilt á tann hátt, at fleiri og fleiri fara at spæla á hægri støði.

 

Seinasta frambrotið er, at sera evnaríki landsliðsmálverjin, 19 ára gamli Pauli Jacobsen hevur skrivað undir sáttmála til komandi kappingarár við franska felagið, JS Cherbourg Manche sum er eitt av toppliðunum í næstbestu fronsku hondbóltsdeildini.

 

JS Cherbourg Manche skrivar á heimasíðu sínari, at tað er ein stór gleði hjá teimum at boða frá, at tey til komandi kappingarár 2022-2023 hava skrivað sáttmála við ein tann besta unga málverjan í Skandinavia, Paula Jacobsen.

 

JS Cherbourg Manche leggur eisini dent á, at til U19 B-EM endaspælið var Pauli valdur til tann besta málverjan og kom á All Star-liðið. 

 

Sum tað ljóðar so eru enn fleiri spennandi skifti á veg hjá føroyskum landsliðsspælarum.