Í USA hevur tað verið ein óskrivað regla, at fyrrverandi forsetar og varaforsetar eiga ikki at finnast at sínum eftirmonnum, men hesa regluna leggur fyrrverandi varaforsetin Dick Cheney ikki nógv í.
Cheney, sum var varaforseti hjá George W. Bush, er sera misnøgdur við Afghanistan-politikkin hjá Obama-stjórnini.
Hann segði í einari røðu í Washington í gjár, at Obama tykist vera bangin fyri at taka neyðugar avgerðir, tá talan er um kríggið í Afghanistan. Fyrrverandi varaforsetin segði, at ivin hjá amerikanska forsetanum kundi vera vandamikil fyri teir útlendsku hermenninar í Afghanistan.