Sambært portugisiska fótbóltssambandinum sýnir Chelsea nú áhuga fyri at fáa fatur á portugisiska landsliðsvenjaranum, Felipe Scolari. Hetta sigur formaðurin í fótbóltssambandinum. Enn hevur Chelsea ikki gjørt nakrar viðmerkingarnar til tíðindini, men Scolari hevur í fleiri ár verið mettur sum ein av bestu venjarunum í Europa. Eisini sigast Chelsea hava verið eftir fyrrverandi italska landsliðsvenjaranum, Marcelo Lippi, men hesin hevur afturvíst tíðindunum sum berar gitingar.