Chelsea vil hava Agüero

Enska Chelsea hevur boðað frá, at teir vilja hava nakrar heldur yngri spælarar í hópin, og nógv bendir á, at Sergio Agüero fer at teljast millum fyrstu keypini hjá Carlo Ancelotti. 21 ára gamli argentinumaðurin tykist heldur ikki hava nakað ímóti møguleikanum. – Eg eri errin, um tað veruliga passar, at eitt somikið stórt felag sýnir áhuga fyri mær, sigur Agüero.