Eftir javnleikin móti Blackburn í vikuskiftinum, skuldi Chelsea vinna í gjár, fyri at leggja trýst á oddaliðið Manchester United. Á Fratton Park tók niðurflutta Portsmouth ímóti. Støðan gjørdist ein greiður 5-0 sigur til London liðið. Didier Drogba og Florent Malouda skoraðu hvør síni tvey, meðan Frank Lampard skoraði eitt.
Bæði Manchester City og Aston Villa elta Tottenham, ið liggur nummar fýra. Í gjár høvdu bæði heimavøll, men hvørgin megnaði at vinna. Á City of Manchester Stadium skoraðu Tim Cahill og Mikel Arteta hvør sítt mál fyri Everton, ið vann dystin 2-0. Á Villa Park var tað enn eina ferð normaðurin, John Carew, ið bjargaði Aston Villa. Fraizer Campbell legði Sunderland á odda, men John Carew var skjótur at javna fyri heimaliðið til endaliga úrslitið 1-1.
Í FA Cup vann Tottenham seg víðari til hálvfinaluna, við at vinna á Fulham. Bobby Zamora legði annars Fulham á odda, men í seinna hálvleiki svaraði Tottenham aftur. Við málum frá David Bentley, Roman Pavlyuchenko og Eiður Smári Gudjohnsen vendi Tottenham dystinum til ein 3-1 sigur.
Premier League:
Aston Villa ? Sunderland 1-1
Blackburn ? Birmingham 2-1
Manchester City ? Everton 0-2
Portsmouth ? Chelsea 0-5
FA Cup:
Tottenham ? Fulham 3-1