Chelsea vann 8-0

Chelsea vann ikki minni enn 8-0 á Aston Villa í dag. Frank Lampard skoraði sítt mál nummar 130 fyri Chelsea. Tað er met.

 

- Tað merkir, at eg eri gamal, segði ein skemtingarsamur Frank Lampard um at seta nýtt met.

 

Ramires skoraði tvey, meðan Fernando Torres, David Luiz, Branislav Ivanovic, Oscar, Eden Hazard og Frank Lampard skoraðu hvør sítt.

 

Paul Lambert, venjari hjá Aston Villa, segði stutt og greitt, at hann ongar umberingar hevði.

 

- Vit vóru verri um allan vøllin. Eg fari ikki at standa her og koma við nøkrum umberingum, sigur Paul Lambert sambært BBC.

 

Chelsea liggur nú nummar trý í Premier League.

 

Premier League:

 

Chelsea – Aston Villa 8-0 (3-0)

Swansea – Manchester United 1-1 (1-1)