Chelsea væl á veg í finaluna

Tað var ein stórur møguleiki hjá FC Basel at koma í eina europeiska finalu fyri fyrstu ferð.

 

Eftir at hava vunnið á stórum liðum sum Zenit St. Petersburg og sjálvum Manchester United á hemavølli, og bert tapt ein av teimum11 seinastu heimadystunum í europakappingum, sá tað gott út hjá FCBasel móti Chelsea.

 

Men eftir 12 minuttum kom Chelsea fram um 1-0 eftir hornaspark (myndin), tá Ivanovich stútaði ein bólt frá Lampard í høvdið á Victor Moses og í málið.

 

Útiliðið tóktist at hava tamarhald á støðuni, og hevði eisini nakrar sera góðar møguleiker, ikki minst tá Torres rakti stongina, men inn vildi bólturin ikki.

 

Tá 88 minuttir vóru leiktir, dømdi dómarin eitt heilt óveruligt brotsspark til Basel móti Azpilicueta, javnaði Fabian Schar. Men við seinasta sparkinum í dystinum, setti David Luiz bóltin í málið til 2-1 til Chelsea við einum frísparki.

 

Í hinum dystinum vann Fenerbache 1-0 móti Benfica á heimavølli við máli, sum Egemen Korkmaz stútaði í netið.

 

Returdystirnir verða komandi hósdag.