Tað var alt annað enn ein nøgdur José Mourinho, ið úttalaði seg til bretskar miðlar eftir heimadystin móti Norwich í dag.
Chelsea venjarin var serstakliga ónøgdur við at Norwich spældi dystin, uttan at vilja vinna dystin. Teir komu rætt og slætt á Stamford Bridge fyri at oyðileggja spælið hjá Chelsea og fyri at spæla uppá javnleikin.
Nakað, ið Chelsea fyri stuttari tíð síðani eisini varð kritisera fyri.
Dysturin á Stamford Bridge í dag endaði við málleysum javnleiki 0-0. Tað er eitt úrslit, ið hvørki av liðunum fær brúkt til serliga nógv, tí Chelsea misti týðandi fet í oddastríðnum, meðan Norwich framvegis er undir strikuni.
Tvey onnur lið fluttu í gjár niður úr Premier League. Tað eru Cardiff og Fulham, ið nú hava ov langt upp til strikuna fyri at yvirliva. Fulham hevur annars spælt í Premier League síðani 2001, meðan Cardiff flutti upp úr Championship farna kappingarár.
Liðið, ið stevnir beint eftir enska meistaraheitinum eru favorittarnir úr Manchester City.
Manchester City vann í gjar trupla útidystin móti Everton 1-3 og hava nú tey bestu kortini á hondini til at vinna enska meistaraheitið.
Ein annar dystur varð eisini leiktur í dag á Emirates leikvøllinum í London. Arsenal vann dystin 1-0 móti West Bromwich, har Oliver Giroud gjørdist sigursharri.
Everton - Manchester City 1-3 (1-2)
1-0 Ross Barkley, 11
1-1 Sergio Aguero, 22
1-2 Edin Dzeko, 43
1-3 Edin Dzeko, 48
2-3 Romelo Lukaku, 65
Arsenal - West Bromwich Albion 1-0 (1-0)
1-0 Oliver Giroud, 14
Chelsea - Norwich 0-0 (0-0)










