Fult umfar hevur verið í Premier League í dag. Talan er um 20. umfar og nú er Chelsea ikki longur einsamalt oddalið, eftir at teir taptu 5-3 fyri Tottenham. Manchester City er nú deilt oddalið, meðan Arsenal og Liverpool aftur snávaðu.
Chelsea hevur verið rímiliga greitt tað besta liðið í Premier League hetta kappingarárið, men nú gongur ikki longur. Í kvøld taptu teir heili 5-3 Tottenham á White Hard Lane í London. Stóri spælarin á vøllinum var Tottenham framherjin, Harry Kane. Hann skoraði tvey og var íblandaður tvey av hinum málunum.
Manchester City misti farna umfar eina tveymáls leiðslu til Burnley á heimavølli. Tað gjørdu teir aftur í dag móti Sunderland, men Frank Lampard gjørdi munin móti endanum, so Manchester City vann 3-2. Sermerkt fyri málskjúttarnar hjá Sunderland, Jack Rodwell og Adam Johnson er, at teir hava eina fortíð í City. Manchester City hevur nú eins nógv stig og Chelsea og somu málúrtøku.
Arsenal tapti fyri Southampton, sum nú hevur lagt seg tung á fjóða plássið. Liverpool var á odda 2-0 móti Leicester á heimavølli, men tað endaði við 2-2 javnleiki. Bæði elta fjórða plássið.
Premier League 20. umfar:
Stoke – Manchester United 1-1
Aston Villa – Crystal Palace 0-0
Hull – Everton 2-0
Liverpool – Leicester 2-2
Manchester City – Sunderland 3-2
Newcastle – Burnley 3-3
QPR – Swansea 1-1
Southampton – Arsenal 2-0
West Ham – WBA 1-1
Tottenham – Chelsea 5-3