Chelsea tapti aftur

 

 

Hóast Chelsea var á odda á heimavølli móti Aston Villa, so tapti Chelsea 3-1. Robin van Persie bjargaði aftur Arsenal, sum vann á QPR, meðan Tottenham spældi 1-1 javnleik móti Swansea.

 

Andre Villas-Boas hevur ikki fingið eina góða byrjan upp á yrkisleiðina sum venjari hjá Chelsea. Í dag tapti liðið aftur á Stamford Bridge. Didier Drogba legði annars Chelsea á odda við brotssparki um miðjan fyrra hálvleik. Stutt eftir javnaði Stephen Ireland fyri gestirnar.

 

Avgerðin kom ikki fyrr sjey minuttir fyri tíð, tá Stiliyan Petrov legði gestirnar á odda. Bara fáar minuttir seinni sló Darren Bent sigurin fastan, tá hann gjørdist leysur við málverjanum.

 

Arsenal tók á Emirates leikvøllinum móti QPR. Arsenal var omaná allan dystin og kendu seg snýttar fyri eitt brotsspark ella tvey í fyrra hálvleiki. Maðurin, sum at enda bjargaði Arsenal var sjálvandi Robin van Persie. QPR misti bóltin og so gekk tað skjótt. Andrey Arshavin spældi Robin van Persie leysum, sum trygt tryggjaði Arsenal trý stig.

 

Tottenham hevur fingið eina góða byrjan upp á kappingarárið og eina løtu sá út til, at góða gongdin fór at halda fram, tá Rafael Van der Vaart legði teir odda stutt fyri hálvleik, Men seks minuttir fyri tíð javnaði Scott Sinclair fyri vertirnar úr Swansea. Tað gjørdist eisini endaliga úrslitið.

 

Allir hinir dystirnir endaðu við javnleiki í dag. Úrslitini í dag merkja, at Arsenal yvirhálar Chelsea á fimta plássi, meðan Bolton er nýtt botnlið.

 

Premeir League:

 

Manchester United – Blackburn 2-3

Arsenal – QPR 1-0

Bolton – Wolves 1-1

Chelsea – Aston Villa 1-3

Norwich – Fulham 1-1

Stoke – Wigan 2-2

Swansea – Tottenham 1-1