Chelsea tók ikki av

Grannauppgerð var í London í dag millum Tottenham og Chelsea. Heimaliðið úr Tottenham kom á odda við máli frá Roman Pavlyuchenko eftir eitt korter. Í hálvleikinum skifti Chelsea Didier Drogba inn. Hann javnaði tá góðir tjúgu minuttir vóru eftir. Í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, gjørdi Tottenham málverjin, Heurelho Gomes, eitt klossut brotsspark. Didier Drogba tók ábyrgdina á seg, men Gomes bjargaði.

 

Chelsea liggur nú á fjórða plássi við 31 stigum, meðan Tottenham hevur 27 stig á fimta plássi. Ein dystur verður í Premier League í morgin, hann er millum Manchester United og Arsenal.

 

Premier League í dag:

 

Bolton ? Blackburn 2-1

Tottenham ? Chelsea 1-1

Wolves ? Birmingham 1-0