Chelsea stormar víðari

West Bromwich Albion hevði als einki at vísa á Stamford Bridge í dag. Burnley vann annan dystin á rað.

West Bromwich Albion hevði als einki at vísa á Stamford Bridge í dag. Burnley vann annan dystin á rað.

 

12. umfar í Premier League er í dag og í morgin, og dystirnir í dag góvu eitt óvæntað úrslit. Tað var útisigurin hjá Burnley móti Stoke.

 

Á heimavølli vann Chelsea trygt 2-0. Surningurin var, um Diego Costa var rangstaddur, tá hann skoraði fyrsta málið, men tað var so ikki dømt.

 

West Brom fekk eisini ein mann vístan út, og var eingin ivi áðrenn, so var heilt greitt, at útiliðið fekk einki burtur úr.

 

Hóast Manchester City kom aftur um móti Swansea, eydnaðist teimum av vinna dystin 2-1.

 

Úrslitini frá í dag:

 

Chelsea-West Bromwich Albion 2-0 (2-0)

11. 1-0 Diego Costa

25. 2-0 Eden Hazard

 

Everton-West Ham 2-1 (1-1)

26. 1-0 Romelu Lukaku

56. 1-1 Mauro Zarate

74. 2-1 Leon Osman

 

Leicester City-Sunderland 0-0

 

Manchester City-Swansea 2-1 (1-1)

09. 0-1 Wilfried Bony

19. 1-1 Stevan Jovetic

62. 2-1 Yaya Toure

 

Newcastle- Queens Park Rangers 1-0 (0-0)

78. 1-0 Moussa Sissoko

 

Stoke City-Burnley 1-2 (1-2)

12. 0-1 Danny Ings

13. 0-2 Danny Ings

32. 1-2 Jonathan Walthers