Tá alt kom til alt, so tapti FC Nordsjælland greitt fyri Chelsea, men hevði hepnið verið við teimum, so javnaðu teir seint í dystinum.
Í bólki E tók FC Nordsjælland móti Chelsea í Parkini. FC Nordsjælland spældi væl og var leikliga omaná í fyrra hálvleiki. Tað var tó Chelsea, sum skoraði tá Frank Lampard spældi Juan Mata leysan, sum skoraði.
Í seinna hálvleiki helt FCN fram at spæla væl og góðar tjúgu minuttir fyri tíð raktu teir eisini stongina. Eftir hetta vaknaði Chelsea. Fyrst langaði David Luiz eitt fríspark í stongina og inn. Stutt seinni økti Juan Mata til 3-0, áðrenn Ramires setti punktum við máli til 4-0.
Í bólki F stóð BATE Borisov úr Hvítarusslandi fyri mest óvæntaða úrslitinum í Champions League í kvøld, tá teir vunnu 3-1 á Bayern Munchen.
Í bólki G heldur Barcelona fram við at vinna. Teir vunnu 2-0 á Benfica í Portugal, meðan Spartak Moskova tapti fyri Celtic.
Í bólki H tryggjaði Robin van Persie Manchester United ein sigur á Cluj úr Rumenia. Heimaliðið kom annars á odda.
Champions League úrslit í kvøld:
Bólkur E:
FC Nordsjælland Chelsea 0-4
Juventus Shakthar Donetsk 1-1
Bólkur F:
BATE Borisov Bayern Munchen 3-1
Valencia Lille 2-0
Bólkur G:
Spartak Moskova Celtic 2-3
Benfica Barcelona 0-2
Bólkur H:
Cluj Manchester United 1-2
Galatasaray Braga 0-2