Chelsea og United eru í hálvfinaluni

Bert ein dystur er spældur í ensku Premier League í dag, og var hann millum Sunderland og Tottenham á Stadium of Light í Sunderland. Sunderland var samlað tað betra liðið í dystinum, og løgdu teir seg á odda longu í 3. minutti við málið, sum Kieran Richardson skoraði. Sunderland stýrdi ímóti sigrinum, men stutt undan leikloki staðfesti Robbie Keane enn einaferð, at tað er í Tottenham, at krút er í honum. Keane javnaði til 1-1, og tryggjaði harvið Spurs eitt stig.

 

Stórfavorittarnir í FA Cup komu víðari í dag. Í Coventry vann Chelsea 2-0 á Coventry, aftaná hálvleiksstøðuna 1-0. Longu tá eitt korter var farið av dystinum, skoraði Didier Drogba til 1-0. Tá eitt stórt korter restaði av dystinum, staðfesti Rodrigo Alex sigurin við at skora til endaliga úrslitið 2-0.

 

Manchester United vann stórsigur 4-0 á Fulham í London, og eru teir saman við Chelsea klárir til hálvfinaluna í FA Cup kappingini. Carlos Alberto Tevez skoraði bæði málini í 1. hálvleiki. Wayne Rooney og Ji-Sung Park skoraðu málini í 2. hálvleiki.