Chelsea og Real Madrid víðari

Tað skuldi umdystur til áðrenn Chelsea megnaði at vinna seg víðari til fjórðingsfinalurnar í Champions League. Real Madrid greiddi sína skyldu við at vinna ein tryggan sigur samanlagt á CSKA Moskova.

 

Napoli vann fyrra dystin móti Chelsea 3-1 og tá tað stóð 3-1 til Chelsea aftaná vanliga leiktíð í kvøld, mátti umdystur til áðrenn Chelsea leikarar og viðhaldsfólk kundu fegnast um at verða einasta enska liðið í fjótðingsfinalunum í Champions League.

 

Chelsea kom á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá Ramieres sendi bóltin innfyri í høvdið á Didier Drogba, sum stútaði hann í málið. Napoli hevði frammanundan skapt nakrar møguleikar, men vóru óneyvir frammanfyri málinum.

 

Seinni hálvleikur var bara tveir minuttir gamal, tá John Terry stútaði Chelsea fram um við tveimum. Chelsea var nú omaná samanlagt, men átta minuttir seinni vendið alt aftur á høvdinum. Chelsea verjan ruddaði vekk, men bólturin endaði bringuni á Gokhan Inler. Napoli miðvallarin tamdi bóltin og smekkaði hann í málið. So var Napoli aftur omaná samanlagt.

 

Eitt korter fyri kom so javnvág í samlaðu støðuna, tá Frank Lampard umsetti klárt brotsspark til mál. Napoli verjuleikari vardi við hondini inni í brtosteiginum.

 

Í umdystinum gekk javnt á, men tað var Chelsea í fekk avgerandi málið. Ein minutt fyri hálvleik legði Didier Drogba bóltin innfyri til Branislav Ivanovic, sum legði Chelsea á odda samanlagt.

 

Real Madrid greiddi sína skyldu á heimavølli móti CSKA Moskova. Gonzalo Higuaín legði Real Madrid á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Í seinna hálvleiki øktu Cristiano Ronaldo og Karim Benzema áðrenn Zoran Tosic minkaði um munin. Í evstu løtu staðfesti Cristiano Ronaldo sigurin við sínum næsta máli til endaligu støðuna, 4-1.

 

Champions League 1/8:

 

Chelsea – Napoli 3-1(4-1 eftir umdyst)

Chelsea vinnur samanlagt 5-4

 

Real Madrid – CSKA Moskova 4-1

Real Madrid vinnur samanlagt 5-2