Chelsea og Liverpool málleys

Oddaliðið í eingilsku fótbóltskappingini, Arsenal, hevur hildið frí í vikuskiftinum, men soleiðis sum úrslitini hava lagað seg í dag, so ber ikki til at siga annað, enn at Arsenal hevur verið stóri vinnarin longu, áðrenn oddaliðið í annaðkvøld á heimavølli fer at spæla ímóti Blackburn.

Kappingarneytarnir hjá Arsenal eru Manchester United og Chelsea.

Fyrr í dag tapti Manchester United 2-1 á heimavølli ímóti grannunum í Manchester City.

Og í kvøld hilnaðist tað heldur einki serligt hjá Chelsea. Á Stamford Bridge hevði Chelsea vitjan av Liverpool, og úrslitið varð málleysur javnleikur.

Talan var um ógvuliga lítið áhugaverda uppgerð.

Liverpool hevði lítla leikliga yvirvág, men hvørki liðið megnaði at spæla seg til upplagdar málmøguleikar.

Arsenal hevur við sigri á Blackburn í annaðkvøld møguleika at leggja seg fimm stig framum kappingarneytarnar. Arsenal hevur 60 stig, Manchester United 58 stig, Chelsea 55 stig, Everton 47 stig, og Liverpool, Astan Villa og Manchester City hava 44 stig.