Chelsea og Liverpool eru nú favorittar

Fimta umfar í FA Cup varð leikt um vikuskiftið, og nú eru bert lið úr Premier League eftir í kappingini. Liverpool fekk hevnd yvir Manchester United, tá Peter Crouch skoraði einasta málið í dystinum millum arvafíggindarnar. Og Chelsea mátti stríðast fyri sigri á Colchester úr triðbestu deildini

FA Cup

Einki stórt yvirraskilsi var at síggja, nú fimta umfar í FA Cup varð leikt um vikuskiftið. Øll Premier League liðini, ið møttu liðum úr lægri deildum, komu sum væntað víðari.
Flest eygu vóru óivað vend ímóti Anfield Road hetta vikuskiftið, har Liverpool tók ímóti arvafíggindanum Manchester United. Bæði venjarar og leikarar høvdu undan dystinum gjørt vart við, at hetta var ein tann týdningarmesti dysturin á árinum hjá hesum báðum liðunum.
Hjá United var FA Cup møguleikin at bjarga einum heldur miseydnaðum kappingarári, og hjá Liverpool ráddi um at fáa hevnd yvir tapið í landskappingini, tá Ferdinand skoraði í síðsta minutti, umframt at tað altíð er umráðandi hjá hesum báðum feløgum at vinna á hvørjum øðrum.

Crouch gjørdist hetjan
Tað gjørdist Liverpool, ið dróg longra stráið hesuferð liðini møttust. Peter Crouch skoraði einasta málið í dystinum, tá hann setti høvdið á eitt innlegg úr høgru frá Finnan.
Hvørki av liðunum megnaði at skapa teir heilt stóru málmøguleikarnar eftir hetta, og tað var møguliga eyðsæð, hví hesi bæði liðini ikki megna at fylgja við Chelsea.
Hjá Manchester United var hetta tapið ein dyggur smeitur, tí at liðið nú bert hevur Carling Cup at spæla fyri. Finalan verður komandi vikuskiftið ímóti Wigan Athletic. Tólv stig eru upp til Chelsea, og tí er lítið sannlíkt, at United fer at fanga teir aftur.
Sigurin gav óivað Liverpool sjálvsálit undan 1/8 finaluni ímóti Benfica týskvøldið. Liverpool hevði undan dystinum ikki vunnið ein FA Cup dyst ímóti Manchester United síðan 1921, og harumframt hevur United havt takið á Liverpool seinastu árini. Tí kom hesin sigurin á United í tøkum tíma hjá mongum Liverpool-viðhaldsfólki.

Chelsea stríddist
Tað vóru ikki mong, ið góvu Colchester United nakran møguleika at basa Chelsea í fimta umfari av FA Cup. Colchester spælir til dagligt í triðbestu ensku deildini, og tí burdi hetta verið ein avgreiðsluspurningur hjá Chelsea, ið enntá hevði heimavøll.
Men so var ikki. Colchester fór ikki geva seg yvir til yvirmaktina uttan ein bardara. Og eftir ein hálvan tíma kom Colchester enntá framum, tá Ricardo Carvalho setti bóltin í egið mál. Lítla løtu seinni javnaði Chelsea, tá verjuleikarin Paulo Ferreira javnaði eftir hornaspark.
Tey flestu hildu nú, at Chelsea fór at gera av við Colchester, men oddaliðið í Premier League mátti sanniliga stríðast fyri sigrinum. Ikki fyrr enn góðir tíggju minuttir vóru eftir, fekk Chelsea forloysandi máli. Eftir at málverjin hjá Colchester hevði hálvbjargað, var Joe Cole fyrstur á bóltinum og legði Chelsea framum.
Mourinho byrjaði ikki við sterkasta liðnum hendan dagin, men í steðginum setti hann Joe Cole og Frank Lampard á vøllin, og tað styrkti munandi um liðið. Joe Cole sló sigurin fastan stutt fyri leiklok, tá hann setti eitt vakurt langskot í netið.

Newcastle víðari
Glenn Roeder fekk sín triðja sigur á rað sum venjari hjá Newcastle, tá Southampton var á vitjan. Einasta málið í dystinum skoraði Kieron Dyer miðskeiðis í seinna hálvleiki. Merkisvert var at síggja Dyer aftur á vøllinum eftir ein drúgvan skaða. Spurningurin er, um hann megnar at sannføra landsliðsvenjaran um, at hann skal við til Týsklands í summar.
Hetta er seinasta kappingarárið hjá Alan Shearer, og FA Cup er tann einasti møguleikin hjá honum at vinna eitt steyp við barndómsfelagnum Newcastle.
Bæði Middlesbrough og Birmingham høvdu útidystir ímóti liðum úr veikari deildum, men hvørki av liðunum høvdu nakran trupulleika. Birmingham vann 1-0 á Stoke City, og málið skoraði Mikael Forssell. Middlesbrough var á vitjan hjá Preston North End, og Middlesbrough vann 2-0. Charlton hevði heldur ongan trupulleika á heimavølli ímóti Brentford.
Tveir dystir endaðu við javnleiki og skulu tí avgerast við einum umdysti. Bolton og West Ham leiktu ein heldur keðiligan málleysan javnleik og møtast tí aftur á Upton Park í London.
Aston Villa hevði heimavøll ímóti Manchester City, og Villa var eisini nær sigrinum, men í seinasta minutti javnaði Micah Richards fyri City og tryggjaði teimum harvið ein umdyst.
Lutakastið til fjórðingsfinalurnar varð avgreitt eftir evstamark í dag.

Úrslit
FA Cup, 5. umfar
Liverpool-Manchester United1-0
Charlton-Brentford3-1
Bolton-West Ham0-0
Newcastle-Southampton1-0
Stoke-Birmingham0-1
Preston North End-Middlesbrough0-2
Chelsea-Colchester3-1
Aston Villa-Manchester City1-1