Jólafótbólturin í Premier League er so gott sum komin á mál, eftir at níggju dystir eru spældir í dag. Chelsea og Manchester City mistu bæði í oddastríðnum.
Chelsea var á vitjan hjá Southampton, sum hevur fingið fótin fyri seg. Tað var eisini heimaliðið, sum kom á odda við málið, sum Sadio Mané skoraði nakað miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá hann rann frá Chelsea verjuni.
Les eisini: Ørt at spæla í dag
Chelsea trýsti og úrslitið kom beint fyri hálvleik, tá Cesc Fabregas enn eina ferð legði upp til eitt mál. Hesa ferð var tó nógv eftir at gera hjá Eden Hazard, sum sendi bóltin í málið. Eftir dystin var José Mourinho ónøgdur við dømingina og metti, at hansara lið átti eitt brotsspark á vegnum. Southampton er í topp fýra fyri fyrstu í Premier League søguni við ársskiftið.
Meðan Chelsea trýsti fyri at fáa vinnandi málið, so sá uppgávan hjá Manchester City nógv lættari út. teir vóru á odda 2-0 móti Burnley, men teir megnaði ikki at halda fast. George Boyd og Ashley Barnes megnaðu at útjavna málini hjá David Silva og Fernandinho frá fyrra hálvleiki.
Arsenal byrjar nú at líkjast einum liðið, sum kemur í Champions League aftur. teir vunnu 2-1 á útivølli móti West Ham. Santi Cazorla og Danny Welbeck skoraði málini. Leicester City vann nakað óvæntað á útivølli móti Hull, meðan Mame Biram Diouf skoraði bæði málini í 2-0 sigrinum hjá Stoke á WBA.
Seinasti dysturin í dag var á St. Jame’s park í Newcastle, har Everton var á vitjan. Everton kom á odda tíðliga í fyrra hálvleiki, men so skoraði Newcastle trý upp í slag, áðrenn Everton minkaði um munin.
Leicester hevur nú aftur samband við hini botnliðini og niðurflytingarstrikuna. Southampton flytir upp í topp fýra, men annars broyttu úrslitini í dag ikki so nógv upp á stigatalvuna. Oddaliðini spældu javnt og tí er einki broytt í oddinum.
Premier League 19. umfar:
Í dag:
Tottenham – Manchester United 0-0
Southampton – Chelsea 1-1
Aston Villa – Sunderland 0-0
Hull – Leicester 0-1
Manchester City – Burnley 2-2
QPR – Crystal Palace 0-0
Stoke – WBA 2-0
West Ham – Arsenal 1-2
Newcastle – Everton 3-2
Í morgin:
Liverpool – Swansea (20:00)











