José Mourinho og Chelsea liggja fyribils á odda í Premier League, eftir at teir í kvøld vunnu 2-1 á Aston Villa á Stamford Bridge. Avgerandi málið kom ikki fyrr enn eitt korter fyri tíð, tá Branislav Ivanovic stútaði eitt frísparksinnlegg í mál.
Chelsea kom á odda longu aftaná seks minuttir, tá Eden Hazard legði bóltin innfyri úr vinstru. Málverjin hjá Aston Villa tveitt seg út eftir bóltinum og boksaði hann í Antonio Luna og í egið mál.
Í yvirtíðini javnaði Christian Benteke við frálíkum máli. Eftir innlegg úr vinstru temur hann bóltin og hóast hart kroystur av John Terry, megnar sterki framherjin úr Belgia at prika bóltin í stongina og inn.
Eitt korter fyri tíð kom so málið, sum skuldi vísa seg at verða avgerandi málið. Frísparksinnlegg kom innfyri úr høgru og inni á fimm-metrinum var Branislav Ivanovic hægstur, og stútaði bóltin í málið.
Aston Villa spælararnir vildu hava brotsspark í yvirtíðini, tá bólturin kom á hondina á John Terry inni í brotsteiginum. Dómarin valdi tó ikki at bríksla fyri nøkrum. Sjónvarpsmyndir vísa eisini Branislav Ivanovic senda Christian Benteke ein alboga fyrr í seinna hálvleiki.
Chelsea er nú oddalið við seks stigum. Chelsea og Aston Villa eru tó tey einastu liðini, ið hava spælt tveir dystir. Øll hini liðini hava spælt ein dyst.
Premier League – 2. umfar:
Chelsea – Aston Villa 2-1 (1-1)
1-0 Antonio Luna, 6 Sjálvm
1-1 Christian Benteke, 45+3
2-1 Branislav Ivanovic, 73










